Undantakið í pensjónslógini er ongantíð brúkt

bannari
31.10.2017 - 08:51
AktueltPengar
Undantakið í pensjónslógini er ongantíð brúkt
Fólk, sum ikki hava búð í danska ríkinum í 40 ár, kunnu biðja um at fáa fulla fólkapensjón, men eingin hevur gjørt tað
Tað er hendan greinin í pensjónslógini, sum er um 40 ár í ríkinum.
 
 

Eingin hevur søkt um undantaksloyvi frá løgtingslógini um at fáa fulla fólkapensjón í Føroyum, hóast fólk ikki hava búð í danska ríkinum í 40 ár.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, í svari til Sonja J. Jógvansdóttur, løgtingskvinnu.

Hesin møguleikin er tí ongantíð viðgjørdur í Almannamálaráðnum.

Tí er heldur ikki greitt, hvørjar treytirnar eru fyri at geva undantak, tí tær standa ikki í lógini frá 1999.

Lógin sigur einki

Har stendur bara, at serligar umstøður skulu vera fyri at fáa fulla fólkapensjón, hóast bústaðurin ikki hevur verið í danska ríkinum í 40 ár. 

Fólk, sum hava búð minni enn tey 40 árini, fáa part av fullari pensjón, tey fáa brotpensjón eftir, hvussu nógv árini eru í danska ríkinum.

Eyðgunn Samuelsen sigur í svarinum, at 31.desember 2016 fingu 290 fólkapensjónistar føroyska brotpensjón, 216 teirra búðu uttan fyri danska ríkið.

Og 71 fyritíðarpensjónistar fingu brotpensjón, helvtin, 35 fólk, búgva uttan fyri danska ríkið. 


 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. august
Morgunlestur hósdagin 16. august 2018
82950
Mikudag 15. august
Morgunlestur mikudagin 15. august 2018
82949
Týsdag 14. august
Summartímin mánadagin 13. august
84214
Týsdag 14. august
Morgunlestur týsdagin 14. august 2018
82947
Mánadag 13. august
Summartímin fríggjadagin 10. august
84177
Nýggjastu sendingar í SV