Nýggja bryggjan er størsta íløgan næsta ár

Nýggja bryggjan er størsta íløgan næsta ár
Runavíkar kommuna hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2018. Skattaprosentið óbroytt og barnafrádrátturin hækkar
Býráðið í Runavík væntar at fáa 148,5 mió. kr. í skatti næsta ár, 23 milliónir í partafelagsskatti og 32 milliónir í eftirlønarskatti.
 
01.11.2017 - 10:29

Størsta íløgan hjá Runavíkar kommuna næsta ár er bryggjan undir Høgabóli í Saltangará.

16 milliónir krónur eru settar av til hennara í 2018. 

Hon fer at kosta kommununi 45 mió. kr., tá hon er liðug tíðliga næsta ár.

Runavíkar býráð hevur endaliga samtykt fíggjarætlanina fyri 2018.

Raksturin fer sambært henni at kosta 148,5 mió. kr., og íløgur verða gjørdar fyri 41 milliónir og 150.000 kr.

Skattaprosentið verður óbroytt, 22, men barnafrádrátturin hækkar 1.500 kr. upp í 6.500 kr.

Einki lán í 18

Runavíkar kommuna skyldar 64 prosent av einari álíkning.

Kommunan fer ikki at taka lán næsta ár.

Tá bryggjan er liðug, verður næsta stóra íløgan hjá komununi møguliga ein svimjihøll. Býráðið hevur tó ikki avgjørt at byggja hana. 

Hildið verður fram at gera kloakkir. 

Kloakkirnar eru gjørdar í 15 bygdum. 

Fýra milliónir til kloakkir

Næsta ár eru fýra milliónir settar av til kloakkir í Søldarfirði og Saltangará. 

Kommunan leggur stóran dent á at útvega grundstykki. Stykki til 85 bústaðir verða gjørd í Saltangará og Runavík og 12 á Skála.

6,8 mió. kr. eru settar av til hetta, og er tað næststørsta íløgan í 2018.  

Fíggjarkarmurin hjá Runavíkar kommunu er beint oman fyri 200 millónir næsta ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887