Bakkafrost keypir fóðurskip til alingina í Suðri

Bakkafrost keypir fóðurskip til alingina í Suðri
JT electric skal umbyggja farmaskip til fóðurskip
Fóðurskipið verður 75 metrar langt.
 
02.11.2017 - 08:05

Bakkafrost og JT electric á Kambsdali hava gjørt avtalu um eitt fóðurskip til alingina í Suðuroynni.

JT electric skal keypa eitt farmaskip og umbyggja tað til fóðurskip. Skipið skal vera 75 metrar langt. Tað skal latast Bakkafrosti fyri 1.juni næsta ár.

Í skipinum, sum fer at liggja fyri akkeri, skal hava fóðurgoymslu og sjálvvirkandi fóðringarskipan.

Skipið verður umbygt á skipasmiðju í Pólandi. Fólk frá JT electric fara at leiða arbeiðið og gera partar av arbeiðinum. 

Hjá JT electric starvast 35 fólk, seks teirra arbeiða í eini menningardeild, sum fæst við at menna nýggjar skipanir og vørur til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652