Ger summartíð nakran mun, spyr tingkvinna løgmann

Ger summartíð nakran mun, spyr tingkvinna løgmann
Løgmaður hevur fingið spurningar um summartíðina, millum annað um hon sparir orku
Hví ikki hava somu tíð alt árið, spyr løgtingskvinna.
 
02.11.2017 - 09:15

Summartíðin og klokkuflytingin eru komnar á borðið hjá løgmanni.

Hann hevur fingið spurningin, hvørjir fyrimunirnir og vansarnir eru við summartíðini.

Um nøkur orkusparing er, og um nøkur ætlan er um at strika summartíðina og hava somu tíð, vetrartíð, alt árið.

Katrin Kallsberg, løgtingskvinna, hevur spurt Aksel V. Johannesen, løgmann, um summartíðina.  

Hon sigur, at summartíð varð upprunaliga ætlað at tryggja fólki dagsljós. 

Við at byrja ein tíma fyrr til arbeiðis og í skúla, hava fólk frí ein tíma fyrr og tí meira frítíð í dagsljósi. 

Meðan tað er ljóst 

Tá summartíðin av fyrstan tíð kom í Evropa var orsøkin tó sparing, tí dagsljósið varð gangnýtt betur.

Spurningurin er kortini, sigur Katrin Kallsberg, um vit her norðuri fáa so stóra nyttu av summartíðin.

Í Íslandi verður klokkan ikki flutt tvær ferðir um árið.

Sambært kunngerð, sum kom í fjør, hevur løgmaður lýst summartíð fyri árini til og við 2021. 

Summartíðin byrjar síðstu sunnunátt í mars, tá klokkan verður flutt ein tíma fram. 

Summartíðin endar síðstu sunnunátt í oktober, tá klokkan verður flutt ein tíma aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802