Puigdemont skal handtakast

Puigdemont skal handtakast
Belgiskir myndugleikar kunnu nú verða bidnir um at útflýggja Spania fyrrverandi katalonska forsetan
Carles Puigdemont á tíðindafundi í Brússel í gjár
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
02.11.2017 - 16:43

Ein spanskur dómari hevur góðkent eina áheitan um at handtaka frákoyrda forsetan, Carles Puigdemont. Tað skrivar blaðið La Vanguardia.

Tað er ríkisákærin í Spania, sum hevur biðið um handtøkuna eftir at Puigdemont og fýra fyrrverandi ráðharrar ikki møttu til avhoyring í Madrid í dag. Puigdemont og ráðharrarnir eru í løtuni í Belgia.

Teir eru m.a. skuldsettir fyri at hava eggjað til uppreistur, eftir at Katalonia lýsti sjálvstýri 27. oktober.

Samstundis hevur dómstólurin gjørt av, at átta fyrrverandi limir í katalonsku stjórnini skulu varðhaldsfongslast. Ein kann latast leysur móti 50-túsund evrum í trygd, - tað svarar til 372-túsund krónur, skrivar blaðið, El Pais.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010