Netflix steðgar samstarvið við Kevin Spacey

Netflix steðgar samstarvið við Kevin Spacey
Kevin Spacey hevur verið ákærdur fyri kynsligan ágang fleiri ferðir, tí vil Netflix ikki samstarva við sjónleikaran meira.
 
04.11.2017 - 13:08

Kevin Spacey er millum annað ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á sjónleikaran Anthony Rapp, tá Rapp var bert 14 ár. Tað skrivar BBC.

Bretska løgreglan er farin undir at kanna ákærur móti Kevin Spacey. Hann hevur eftir øllum at døma gjørt seg inn á fleiri menn, men Kevin Spacey sigur seg einki av hesum minnast.  

Netflix vil tískil ikki halda fram at samstarva við Kevin Spacey - hvørki í væl umtóktu røðini House of Cards, har hann hevur høvuðsleiklutin sum Frank Underwood, ella í filminum Gore, sum átti at komið út í næstum, har Spacey eisini hevur høvuðsleiklutin. 

Netflix arbeiðir í løtuni við at finna útav, um framleiðslan av House of Cards kann halda fram uttan Spacey. Framleiðslan av røðini er fyribils steðgað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887