Kringvarpið hevur skyldu at teksta á føroyskum

Kringvarpið hevur skyldu at teksta á føroyskum
Ruth Vang spurdi landsstýriskvinnu í mentamálum um tektsing í Kringvarpinum, sum hon metir hevur eina public service skyldu at teksta sendingar
 
09.11.2017 - 10:24

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Ruth Vang í Framsókn í tinginum í dag.

Ruth Vang vísti á, at hóast kringvarpið hevur fingið betri fíggjarligar umstøður, koma ikki fleiri tekstaðar sendingar á sjónvarpsskíggjan.

- Sambært MBF hevur Kringvarpið grundgivið við, at eingin serstøk játtan er til teksting av sendingum, sigur Ruth Vang, sum spyr landsstýriskvinnuna í mentamálum, hvussu hon ætlar at loysa hendan trupulleikan, tí tað er eingin serstøk játtan á fíggjarlógini fyri 2018.

Mentamálaráðið ynskir teksting á sendingum

Rigmor Dam segði, at fleiri túsund fólk í landinum hoyra ikki so væl, og tí hevur mentamálaráðið lagt dent á, at føroyskar sendingar skulu tekstast:

- Tað er ein skylda, sum áliggur Kringvarpinum. Eg eri púra samd við Ruth Vang, tá hon sigur, at Kringvarpið eisini hevur fingið víðari rásarúm fíggjarliga til at lyfta tær public service skyldur, sum Kringvarpið hevur. Soleiðis sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Hon leggur í sínum svari dent á, at tað eru mong tunghoyrd fólk í Føroyum, og at Mentamálaráðið hevur tikið atlit til hesi, tá tey gjørdu public service sáttmálan við Kringvarpið. 

- Tað eru lutsfalsliga nógv fólk, sum eru tunghoyrd, og tí eisini eru rakt av tí, at Kringvarpið ikki tekstar alla sendingar, sum tey gera á føroyskum. Tí var tað eitt ynski frá okkum at fáa inn í public service sáttmálan, at sendingar sum hava samfelagsligan stóran týdning skulu tekstast, so skjótt sum til ber. 

 Hetta sigur Rigmor Dam, sum heldur, at tað ikki burdi verið neyðugt at mint á skyldurnar í sáttmálanum á tingsins røðarapalli. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672