IRF klárar ikki at fylgja við

IRF klárar ikki at fylgja við
IRF klárar ikki at brenna ta nógva ruskið undan, og tí er neyðugt at goyma ruskið til tað kann brennast.
 
10.11.2017 - 18:30

IRF hevur fingið eina rusk-ballimaskinu úr Danmark. Hon stendur á Brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík. 

Orsøkin er, at IRF klárar ikki at brenna ta nógva ruskið undan, og tí er neyðugt at goyma ruskið til tað kann brennast.

Í rusk.ballimaskunini verður ruskið ballað í plastballur. Tær minna um tær, sum bøndur balla súrhoyggj í. Hvør balla vigar umleið 700 - 750 kg og megnar maskinan at balla umleið 30 ball um tíman. 
Ballini verða goymd á umhvørvisgóðkendum plássi til einaferð komandi ár, tá tey verða brend. 


IRF hevur áður havt eina tílíka ballimaskinu í Føroyum. Tað var, tá ið IRF fyri fleiri árum síðani umvældi ovnin, og longri steðgur var í. Tá varð gjørt á sama hátt sum nú, at balla ruskið. 
Tað er sera nógv rusk niðurfyri at balla hjá IRF og tað fer at taka eina viku ella so at koma væl áleiðis, upplýsir IRF í tíðindaskrivi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964