Tórshavnar Kommuna nýggjan integratiónssamskipara

Tórshavnar Kommuna nýggjan integratiónssamskipara
Tórshavnar kommuna hevur sett Siri Helgadóttir Tórgarð í starv sum integratiónssamskipara
Mynd: Tórshavnar Kommuna  
 
10.11.2017 - 10:42

Kommunan hevur í longri tíð arbeitt við átøkum og skipanum innan integratión, og fyrr í ár varð avgjørt at skipa eitt starv burturav til hetta virkisøkið. 

Økta tilflytingin til høvuðsstaðin við nýggjum borgarum úti úr heimi hevur við sær tørv á skipanum og tænastum bæði til borgararnar og kommununa sjálva sum tænastuveitara og arbeiðsgevara. 

Siri Helgadóttir Tórgarð byrjaði í starvinum 1. november. 

Saman við trivnaðarnevndini í býráðnum verður ætlan løgd fyri arbeiðið, har dentur verður lagdur á at fáa í lag skipaðar mannagongdir, málrættað tænastustig og størri innlit í integratiónsøkið sum heild. 

Samskiparin skal skipa fyri átøkum og samstarvi áøkinum, og veita kunning og vegleiðing til tilflytarar og aðrar áhugabólkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887