Vilja hava heildarveitara

Vilja hava heildarveitara
Runavíkar kommuna vil hava ein heildarveitar at byggja svimjihøllina í Runavík, og mælir tí áhugaðum til at skipa seg í toymi.
 
12.11.2017 - 10:04

Runavíkar kommuna vil hava ein heildararbeiðstakara við arkitekti, verkfrøðingi og lendisarktitekti at byggja svimjihøllina í Runavík.

Tí mælir kommunan til, at tey, sum eru áhuga, skipa seg við í toymi, skrivar kommunan á heimasíðuni runavik.fo.

Runavíkar býráð hevur samtykt at seta 56 milliónir krónur av á íløguætlanini næstu árini, og svimjihøllin skal vera framhald av ítróttardeplinum Bylgjan í Runavík.

Runavíkar kommuna ætlar, at heildararbeiðstøkukappingin byrjar í februar næsta ár.

Og kommunan vil helst, at tað er eitt toymi við arkitekti, verkfrøðingi og lendisarkitekti, sum fær arbeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585