Avstralia atkvøtt um samkynd kunnu giftast

Avstralia atkvøtt um samkynd kunnu giftast
Avstralia endaði fyrr í vikuni mánaðardrúgva vegleiðandi brævatkvøðugreiðslu um hjúnarlag millum samkynd. Úrslit verða kunngjørd í morgin
 
14.11.2017 - 14:16

Avstralia endaði fyrr í vikuni mánaðardrúgva vegleiðandi brævatkvøðugreiðslu um hjúnarlag millum samkynd. Nógv verður gitað, men enn er sera ilt at siga, hvat úrslitið verður.

Spurnarblaðið hevði einans ein spurning, og var tann spurningurin, um lógin skuldu broytast, soleiðis at samkynd kunnu giftast í Avstralia. Endamálið við spurnarkanningini var at fáa innlit í hugburðin hjá avstraliumonnum á økinum. 

Nógvur stuðul hevur verið fyri at broyta lógina, soleiðis at samkynd kunnu giftast í Avstralia. Eitt nú verða fleiri tiltøk komandi dagarnar, har fólk væntandi fara at hátíðarhalda "ja-úrslitið". 

Úrslit verða kunngjørd í morgin tann 15. november. 

19. landið 

Verður meirluti fyri at samkynd kunnu giftast, verður Avstralia 19. landið, sum loyvir hesum hjúnarlagi, skrivar Kristeligt dagblad.

Alsamt fleiri lond loyva nú samkyndum at giftast. 

Talið av londum er trífaldað síðani 2010, og hugsanin um samkynd er eisini í broyting kring allan heim, skrivar Kristeligt Dagblad.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819