Laksamarknaðurin: Útboðið veksur, prísurin minkar

Laksamarknaðurin: Útboðið veksur, prísurin minkar
Bakkafrost hevur kunngjørt úrslitið í triðja ársfjórðingi
Bakkafrost hevur gjørt avtalu um at selja lidnar vørur fyri góð 50 av væntaðu tøkuni tað, sum eftir er av 2017.
 
14.11.2017 - 07:49

Bakkafrost hevði 252 mió, kr. í rakstrarúrsliti í triðja ársfjórðingi.

Tað eru nakrar fáar milliónir minni enn í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 356 mió. kr. tann 31.oktober, og tá hevði felagið 933 mió. kr. í ótroyttum kredittum. 

Laksaprísurin hevur verið methøgur síðani 2016.

Men, sum væntað, lækkaði laksaprísurin í triðja ársfjórðingi, tí útboðið av laksi vaks. 

Seinastu greiningarnar hjá Kontali Analyse meta, at útboðið av laksi veksur tvey prosent í 2017 og sjey-átta prosent í 2018.

Tað minkaði seks prosent í fjør, sigur Bakkafrost í morgun.

Laksalúsin argar

Havsbrún fer at selja 80.000 tons av laksafóðri í ár, sum eru 5.000 tons minni enn mett. 

Metingin um næsta ár er 85.000 tons. 

Deildin, sum ger lidnar vørur, hevði bara fýra milliónir krónur í halli í triðja ársfjórðingi. Hallið var 47 mió. kr. í triðja ársfjórðingi í fjør.

Laksalúsin gav Bakkafrosti størri trupulleikar í ár enn í fjør, tí tær vóru fleiri í ár.

Hetta ger helst, at nakað av laksi, sum skuldi takast í verandi ársfjórðingi, verður ikki tikin fyrr enn eftir nýggjár.      

Bakkafrost ger nógvar íløgur, millum annað verða 40 mió. kr. brúktar í Vági til at dagføra kryvjingina har.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819