Politiið fer at kanna p/f Eik Banka

14.11.2017 - 13:14
AktueltSamfelag
Politiið fer at kanna p/f Eik Banka
Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi við Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet (SØK)
 
 

Kanningararbeiðið skal verða grundarlag fyri at meta, um revsimál kann reisast móti bankanum fyri skattaundandrátt..

Tað verður sett serligt toymi av løgreglufólkum úr Føroyum og serfrøðingum frá Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet, sum tekur sær av kanningararbeiðnum. Toymið skal kanna fráboðanina frá Taks um, at EIK Banki (nú P/f Betri Banki) í 2011/2012 royndi snúgva sær undan skatti fyri milllióna upphædd. Tað skrivar John Kølbæk, fúti, í tíðindaskrivi.

Stóri samfelagsligi týdningurin av málinum ger, at alt verður gjørt fyri, at grundarlagið at meta um málið verður so gott sum til ber.

Taks meldaði EIK Banka til politiið 21. september 2017, eftir at Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram viðvíkjandi sakarviðgerðini av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011. Bankin er undir illgruna fyri brot á § 139 í skattalógini um skattaundandrátt. 

Málið er bæði faktuelt og løgfrøðiliga sera fløkt. Tí eri eg glaður fyri, at Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet hevur játtað at hjálpa til við kanningararbeiðnum. Tey eru von við at kanna og meta um allar-størstu og mest fløktu fíggjarligu revsumálini, so tað verður stór hjálp í hesum málinum.

Tað er ikki greitt, hvussu langa tíð kanningararbeiðið tekur. 

- Eg skal tó undirstrika, at málið hevur eina høga raðfesting orsakað av samfelagsliga týdninginum, málið hevur, skrivar John Kølbæk, fúti, í tíðindaskrivinum.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. juni
Chorus
82586
Sunnudag 24. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
82585
Leygardag 23. juni
HM tíðindi 23. juni 2018
82572
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. juni
Blank 8
82133
Sunnudag 24. juni
Møti úr Vitninum í Hvalba
82600
Sunnudag 24. juni
Andaktin
82597
Leygardag 23. juni
Video: Jóansøka 2018, 10mf
82582
Leygardag 23. juni
Video: Jóansøka 2018, 5mf kvinnur
82581