Semingsstovnurin roynir aftur í dag

Semingsstovnurin roynir aftur í dag
Verkfallið á sjúkrahúsunum heldur fram. Boðað er frá víðkan hósmorgunin
Boðað er frá verkfalli á B6 á Landssjúkrahúsinum hósmorgunin.
 
14.11.2017 - 08:02

Semingsstovnurin ger í dag aftur eina roynd at fáa fakfelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum aftur til samráðingarborðið.

Semingsstovnurin hevur biðið partarnar, hvør í sínum lagi, koma á fund í dag.  

Nú eru 110 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli.

Fleiri hósmorgunin

Og klokkan sjey hósmorgunin ætlar felagið at víðka verkfallið, so tað eisini verður fyri allar 30 sjúkrarøktarfrøðingar á B6 á Landssjúkrahúsinum. 

Í gjáramorgunin komu allir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða á seingjardeildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og allir sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum upp í verkfalli.

Annars eru narkosu-sjúkrarøktarfrøðingar, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsunum, og sjúkrarøktarfrøðingar á B7 á Landssjúkrahúsinum í verkfalli.

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fekk í gjár váttan um stuðul frá Norsk Sykepleierforbund. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585