Viðgera uppskot um fakfelagsgjald og frádrátt

14.11.2017 - 13:55
AktueltPolitikkur
Viðgera uppskot um fakfelagsgjald og frádrátt
Tingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, um, at fakfelagslimir kunnu draga limagjald til yrkisfelag frá í skatti
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkakvinna, vísir á, at arbeiðsgevarar kunnu sambært skattalógini draga gjald til yrkisfelag frá í skatti, men arbeiðstakarar hava ikki sama rætt.

Og uppskotið hevur til endamáls at javnseta partarnar á arbeiðsmarknaðinum á hesum øki.

Sonja Jógvansdóttir sigur, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er ein tann best skipaði í øllum í heiminum, tí meira enn 80 prosent av øllum løntakarum eru limir í fakfelagi, og arbeiðsgevararnir eru skipaðir í Vinnuhúsinum og reiðarafelagnum.

Í hinum norðurlondunum ber til hjá fakfelagslimum at draga limagjaldið frá í skatti.

Í Danmark er frádrátturin 6.000 krónur um árið, í Noregi 3.850 norskar krónur, og í Svøríki verður skipanin við frádrátti sett í gildi aftur næsta ár. Hon varð tikin av í 2007, verður upplýst í viðmerkingunum til uppskotið. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. januar
Lyst 2
76671
Hósdag 18. januar
Archibald Black, við føroyskum teksti
76646
Hósdag 18. januar
Archibald Black
76635
Mikudag 17. januar
25 minuttir: Vigdis Hjort
74880
Mánadag 15. januar
3-2
76515