Aðalorðaskifti í løgtinginum um ferðavinnuna

Aðalorðaskifti í løgtinginum um ferðavinnuna
Frágreiðing um ferðavinnuna verður løgd fram í dag
Hvussu ferðavinnan skal skipast í framtíðini verður viðgjørt í tinginum fríggjadagin.
 
15.11.2017 - 07:27

Fríggjadagin verður aðalorðaskifti í løgtinginum um ferðavinnu.

Poul Michelsen leggur fram frágreiðing um ferðavinnuna á tingfundinum í dag.

Á tingfundinum í dag eru annars sjey fyrstu viðgerðir á skránni.

Millum teirra er uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, um, at fakfelagslimir kunnu draga limagjald til yrkisfelag frá í skatti.

Sonja Jógvansdóttir vísir á, at arbeiðsgevarar kunnu, sambært skattalógini, draga gjald til yrkisfelag frá í skatti, men arbeiðstakarar hava ikki sama rættin.

Og uppskotið hevur til endamáls at javnseta partarnar á arbeiðsmarknaðinum á hesum øki, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Uppskotið var eisini á skránni fyri tingfundin í gjár, men tað varð flutt til í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819