Gigni skal nú hava stjóra

15.11.2017 - 13:07
AktueltHeilsa
Gigni skal nú hava stjóra
Heilsutrygd, sum nú hevur Gigni, skal hava fakligan stjóra
Gigni skal hava stjóra. Fyribilsstjóri síðani í summar hevur verið Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygdina.
 

Heilsutrygd søkir nú eftir fakligum stjóra til Gigni.

Fakligi stjórin í Gigni hevur fakligu ábyrgdina av heilsufrøðiligu tænastuni og skal í tøttum samstarvi við stjóran á Heilsutrygd raðfesta fakliga arbeiðið.

Fakligi stjórin í Gigni fær eisini ábyrgdina av fakligu leiðsluni og menningini av Gigni.

Stjórin skal hava prógv sum heilsufrøðingur.

Starvið verður sett 1.januar næsta ár, ella eftir nærri avtalu við tann, sum fær starvið.

Rumbul

Starvið verður sett eftir sáttmálanum hjá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. 

Lønin er í løtuni 33.747 kr. umframt 15 prosent í eftirløn og løn fyri at hava ábyrgd, sum er 3.800 kr. um mánaðin.

Nógv rumbul var um Gigni fyrr í ár, tí Landsgrannskoðanin fanst at peninganýtsluni og roknskapinum hjá stovninum. Og stjórin í Gigni fór frá 1.juli.  

Endin bleiv, at Gigni varð lagt undir Heilustrygd, og stjórin har, Egil á Bø, bleiv fyribilsstjóri í Gigni.

Gigni veitir heilsufrøðiliga tænastur til børn og ung. Har eru 32 fólk í starvi.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Illusions", Heiðrik
109739
Hósdag 4. juni
Breddin
109740
Hósdag 4. juni
Nón 4. juni - á Norðoyastevnu
109738
Hósdag 4. juni
Mono: Disco (4:5)
109723
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558