ES vil friða grindahvalin

ES vil friða grindahvalin
ES vil hava øll limalond at taka undir við uppskoti í Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, um at banna allari vinnuligari hvalaveiðu - eisini grindahval
 
16.11.2017 - 13:09

Sum er, er ikki loyvt at drepa hval í ES sjógvi, men ES vil hava forboðið galdandi kring allan heimin, tí hvalir ferðast.

Danska stjórnin er ikki sinnað at ganga undir kravið frá ES, tí bæði Føroyar og Grønland veiða hval.

Óklár donsk støða

Tá orðaskifti var í fólkatinginum seinast í oktober, varð forboðið umrøtt, og tá segði danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, at danska stjórnin stuðlar sjónarmiðini í Grønlandi og í Føroyum. Hann segði seg eisini hava varhugan av, at ES eisini ger tað.

Seinni hevur hann svarað bæði grønlandsnevndini og føroyanevndini í fólkatinginum, at stjórnin tekur undir við sjónarmiðinum hjá ES nevndini um at verja hvalin ímóti óforsvarligari veiðu.

Men hann legði afturat, at stjórnin stuðlar Føroyum og Grønlandi, so leingi sum talan er um burðardygga veiðu.

Tí samsvarar uppskotið hjá ES nevndini ikki við áhugamálini í ríkisfelagskapinum, skrivar Anders Samuelsen.

Vard av ST konventión

Í dag skipa Grønland, Ísland, Føroyar, Danmark og Noreg veiðuna av smáhvali í Norðuratlantshavi í felagskapinum North Atlantic Marine Mammal Commission - eisini kallað NAMMCO. 

Tá talan er um stórhval, verður tann veiðan skipað í Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, sum hevur sett forboð fyri vinnuligari hvalaveiðu. Kortini er eitt undantak fyri Føroyar og Grønland, tí londini eru vard av ST konventiónini um upprunafólk.

Eftir tí, sum ES nevndin mælir til, skulu upprunafólk framvegis hava sama undantak, hóast IWC fer at samtykkja forboð ímóti veiðu av smáhvali. Men undantakið skal bert vera galdandi so leingi, sum veiðan er neyðug fyri at yvirliva.

Ymsar meiningar um uppskotið

Tann orðingin er ikki nóg góð, halda fleiri flokkar í fólkatinginum, og sambært danska blaðnum, Informatión, taka Eindarlistin, Danski Fólkaflokkurin og Danski Javnaðarflokkurin ikki undir við uppskotinum hjá ES.

- Um tað ikki verður loyvt at selja og nýta tað, sum fæst av hvalunum, so er tað ikki nóg gott fyri samfeløgini, sigur javnaðartinglimurin, Peter Hummelgaard Thomsen, við blaðið.

Í einum hoyringssvari til ES nevndina, sigur grønlendska veiðimannafelagið, KNAPK, at tað eru grønlendingar sjálvir, sum gera av, nær veiða er loyvd, og hvør fær loyvi at veiða hval. 

Djóraverndarfelagskapurin, DOSO, sigur seg taka undir við uppskotinum hjá ES nevndini.

Uppskotið hjá ES nevndini skal fyrst umrøðast í ráðharraráðnum í samveldinum. Og skal uppskotið sendast til Altjóða Hvalaveiðunevndina, skulu minst 55 prosent av londunum taka udnir við tí, og tey skulu umboða minst 65 prosent av samlaða fólkatalinum í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585