Mugu rinda meir

Mugu rinda meir
Brexit verður sera dýrt hjá Bretum, um bretar ganga krøvunum hjá ES á møti.
 
18.11.2017 - 20:32

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur fingið at vita, at hon hevur tvær vikur at leggja meira pengar á borðið, um ES skal taka undir við at fara undir samráðingar um handilsviðurskifti fyri nýggjár.

Tað skrivar BBC á heimasíðuni.

Donald Tusk, forseti í evroparáðnum sigur, at hann er til reiðar at fara undir næsta stig í samráðingunum, sum snýr seg um framtíðarsambandið millum Bretland og ES. Men skal hetta vera møguligt má bretland vísa ein størri vilja í sambandi við sonevndu "divorce bill" - tað er rokningin, sum Bretland skal gjalda ES í sambandi við at landið tekur seg úr felagsskapinum.

Kravið hjá ES liggur um 60 milliardir evrur.

Harafturat er fleiri spurningar um, hvussu markið millum Írland og Norðurírland skal handfarast.

Næsti fundur millum ES leiðarar er 14. desember, og Donald Tusk forseti ætlar bara at viðmæla leiðarunum at fara víðari við samráðingunum, um Bretland leggur fleiri pengar á borðið, sigur hann.

Fleiri bretskir politikarar hjá teimum konservativu halda, at Bretland skal spenna meira við musklunum og gevast við at samráðast, um ikki ES linkar hørðu treytirnar. ES hevur líka nógv at missa sum Bretland um ein góð avtala ikki kemur í lag, halda teir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887