Macron: Vestager skal verða formaður í ES-nevndini

Macron: Vestager skal verða formaður í ES-nevndini
Franski forsetin, Emanuel Macron, hevur longu gjørt sær greitt, hvør skal taka við sum formaður í ES nevndini, tá Jean-Claude Juncker gevst
 
20.11.2017 - 09:18

Franski forsetin er sannførdur um, at danska Margrethe Vestager er rætta fólkið at standa á odda fyri ES, sigur hann. Hon hevur verið kappingarráðharri í ES síðani í 2014.

Juncker hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram sum formaður í samveldinum eftir 2019, hóast hann kundi sitið eitt skeið aftrat. Og úr Bruxelles ljóðar, at Macron longu hevur boðað Juncker frá, at hann ynskir Margrethu Vestager sum nýggjan formann.

Orsøkin til, at Macron ynskir Vestager sum nýggjan fomann, er, at hon arbeiðir nógv og væl, hon tekur av fullum huga undir við ES, hon er kvinna, og hon hevur eisini gjørt vart seg á fleiri økjum í ES.

Sjálv vil Margrethe Vestager ikki gera viðmerkingar til tíðindini, sum nú eru farin at ganga.

Men eygleiðarar siga, at hon er við í liberala partinum av ES-tinginum, sum bert er triðstørsti bólkurin, og tí er ivasamt um hon kann leita sær undirtøku úr øðrum bólkum.

Og harafturat kemur, at hon sum kappingarráðharri hevur ført fleiri sakarmál ímóti stórum fyritøkum sum Apple, og tað hevur fingið øði í polittisku skipanina í londunum har fyritøkurnar eru, eitt nú í Írlandi og Hollandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585