Nýggj semingsroynd

Nýggj semingsroynd
Klokkan níggju fór Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á fund við Semingsstovnin.
 
20.11.2017 - 09:22

Nýggjasta semingsroyndin er komin í lag, samstundis sum felagið fyrireikar seg til at herða verkfallið munandi.

Eftir at semingsroyndin millum Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Sjúkrarøktarfrøðingafelagið slitnaði, boðað felagið frá, at týsmorgunin verða øll trý sjúkrahúsini løgd lamin.

Samstundis boðsendi Sjúkrarøktarfrøðingafelagið øllum sínum álitisfólkum á fund fyrrapartin ídag.

Men nú er tað fyribils útsett, tí felagið fer á fund við semingsstovnin.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið, at hann hevur fingið ábendingar um, at okkurt nýtt er at arbeiða við, sum ikki lá á borðinum, tá partarnir fóru hvør til sítt.

-Tað er ein stórur vilji til at finna semju, og nú gera vit so eina roynd afturat, sigur Terji Sigurðsson. 

Áðrenn fundin í morgun hevur semingsmaðurin verið í samband við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Óluva í Gong, forkvinna í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, hevur ongar viðmerkingar áðrenn fundin við Semingsstovnin í morgun.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887