Brexit kann kosta donsku fiskivinnuni dýrt

Brexit kann kosta donsku fiskivinnuni dýrt
Danskir fiskimenn kunnu missa milliardir av krónum, um Brexit endar við, at donsku skipini ikki longur hava atgongd at fiska í bretskum sjógvi
 
21.11.2017 - 11:24

Talan er serliga um 33 donsk reiðarí, sum kunnu rokna við at missa 82% av tí, sum tey fiska nú, vísir ein frágreiðing, sum danska fiskivinnan hevur gjørt.

Tað hevur við sær, at umsetningurin fer at lækka úr 700 milliónum krónum niður í 130 milliónir krónur, vísir uppgerðin.

Tað kemur serliga illa við, tí kvoturnar eru keyptar við tí fyri eyga, at fiskurin kann fiskast í bretskum sjógvi.

Skipini kunnu bøta um ringasta skaðan við at fiska í danska partinum av Norðsjónum, men tað er langt frá nokk til verandi virksemi.

Samráðast um fiskirættindi

Enn samráðast Bretland og ES ikki um fiskirættindi, men roknað verður við, at tær samráðingarnar fara at byrja í vetur. Seinastu nógvu árini hava skip úr øðrum londum fiskað millum 60 og 70% av fiskinum, sum verður fiskaður í bretskum sjógvi.

Eitt av krøvunum frá teimum, sum eru fyri brexit, er, at útlendsk skip verða tveitt úr bretskum sajógvi, so bretar aftur fáa valdið í egnum sjógvi.

Bretski fiskimálaráðharrin, Michael Gove, hevur annars sagt, at útlendsk skip sleppa at varðveita síni rættindi í bretskum sjógvi eftir eini ella aðrari skipan. Meir vil hann ikki siga í løtuni.

Av teimum 33 skipunum, sum eru í størst vanda fyri at missa síni rættindi, eru 16 úr Thyborøn.

Tað fer at merkjast bæði í sjálvari fiskivinnuni, men eisini hjá øðrum vinnum í býnum, vísir kanningin.

Eitt av stóru feløgunum, sum kann missa nógv, er felagið Ruth hjá Gullaki Madsen. Hann hevur eitt bókað virði av fiskirættindum í bretskum sjógvi uppá 543 milliónir krónur, stendur í frágreiðingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851