Ratko Mladic fær dóm kl. 9

Ratko Mladic fær dóm kl. 9
Um ein tíma, - klokkan 9, verður dómurin kunngjørdur, um bosniskt-serbiski herleiðarin, Ratko Mladic, er sekur í m.a. at hava framt fólkadráp
 
22.11.2017 - 08:10

Mladic er ákærdur fyri millum annað fólkdráp, krígsbrotsverk og brot móti mannaættini í Srebrenica í Bosnia. 

Kríggið í Bosnia vardi í meira enn trý ár, - frá 1992 til 1995.

Fotografar sendu út myndir frá Srebrenica, har Ratko Mladic býtti út bomm til muslimsk børn, og vissaði um, at eingin hevði nakað at óttast. 

Annar veruleiki

Men tá upptøkutólini vórðu sløkt, broyttist andlitsbráð hansara, og hann gav hermonnum sínum boð um at taka menn og dreingir og koyra teir í bussar, og síðani vórðu teirr fluttir til sítt avrættingarstað.

Næstu dagarnar drupu bosnist-serbisku deildirnar 8.000 fólk, - í mestan mun muslimskar dreingir og menn.

Fólkadrápið verður hildið at vera tað grovasta í Evropa síðani Seinna Heimsbardaga, og tað er haðani, at Mladic hevur fingið eyknevnið "Bosniski slaktarin" og "Bøðilin".

- Hann var nærum einaráðandi í herinum. Í Bosnia var mannagongdin, at eingi gjørdi nakað uttan at Mladic hevði góðkent tað, sigur Bo Pellnæs, trygdarpolitiskur viðmerkjari og ST-umboð í Balkan fyrst í 1990-unum. Tað sigur hann við Yle.

Ótespiligur

Pellnæs hevur hitt Mladic einar 10 ferðir í sambandi við samráðingar, og hann minnist Mladic sum ein bosniskan leiðara, sum bara gjørdist ótespiligari fyri hvørja ferð.

Rættarmálið í Altjóða brotsmanna-dómstólinum fyri Jugoslavia fevnir um 11 ákærupunt, sum millum annað snúgva seg um fólkadráp, krígsbrotsverk og brot móti mannaættini. 

Umframt fólkadráp í Srebrenica, er Mladic ákærdur fyri at hava týðandi leiklut í kringsetingini av Sarajevo, sum vardi í 44 mánaðir, og har umleið 10-túsund fólk vórðu dripin.

Verður dømdur

Dómurin verður kunngjørdur nú fyrrapartin, men verjin hjá Mladic hevur roynt at útsett hetta, tí heilsan hjá 75 ára gamla Ratko Mladic er farin at bila. Men tað fekk verjin ikki viðhald í.

Mladic noktar seg sekan, men Bo Pellnæs er ikki í iva um, hvat dómurin verður.

- Mladic verður dømdur. Hann var á staðnum og gav boðini. Rættargongdin sendir út tíðandi boðskap til allar partar, at tú í verður dømdur, um tú fremur slíkar ræðuleikar, sigur Pellnæs.

Serbiskur nationalistur

Ratko Mladic var helst víðagitnasti herleiðarin undir stýrinum hjá jugoslaviska forsetanum Slobodan Milosevic.

Milosevic sendi Mladic til Kroatia í 1991 fyri at berja niður sjálvstýris-rørsluna har.

Mladic verður lýstur sum eirindaleysur herleiðari, sum stríddist fyri serbiskari nationalismu, skrivar Yle.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819