Ivamál, hvør eigur tænastuna, tí eru tvey tilboð

Ivamál, hvør eigur tænastuna, tí eru tvey tilboð
Landið hevur framvegis tænastur, sum kommunurnar yvirtóku 1.januar 2015
Almannaverkið veitir eisini fólki, yngri enn 67, sum hava brúk fyri heimarøkt tænastur.
 
23.11.2017 - 08:10

Ivamál gjørdu, at bæði landið og kommunurnar hjálpa fólki, yngri enn 67 ár, sum hava brúk fyri røkt.

Ætlanin var annars, at kommunurnar skuldu eiga økið, tá tað varð flutt í 2015.  

Men nøkur ivamál gjørdu, at Almannaverkið noyddist at taka við aftur og gera nýggjar skipanir, sum líkjast teimum, kommunurnar bjóða.

Landið og kommunurnar bjóða tí somu tænastur, og samstarv er millum partarnar.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, í svari til Magnus Rasmussen, løgtingsmann, sum spurdi um tilboð til røktarsjúklingar og rørslutarnað undir 67 ár.  
 
Almannaverkið hevur boðið øllum kommunalum samstørvum um eldrarøkt og heimarøkt at keypa búpláss.

Ikki samd um prísin

Men tað hevur illa borið til, tí eingi pláss hava verið tøk at keypa. 

Haraftrat er ikki semja um rætta prísin fyri eitt búpláss. 

Fólk, sum hava rørslutarn ella eru røktarsjúklingar, og sum Markamóts-nevndini sigur hava rætt til tilboð frá Almannaverkinum, fáa tí eitt tilboð, har Almannaverkið hevur eitt pláss tøkt. 

Var hendan uppgávan hjá kommununum, kundu fólk oftari fingið tilboð um pláss tætt við, har tey annars búgva, stendur í svarinum úr Almannaráðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010