Dømdur fyri at selja cannabis-olju

Dømdur fyri at selja cannabis-olju
Claus Moffe Nielsen, sum var í Føroyum í vár og helt fyrilestur um cannabis, er dømdur í hálvt-annað ára fongsulsrevsing fyri at selja cannabis-olju
Mynd: TV ØST  
 
24.11.2017 - 09:57

Dómur er fallin í nógv umrødda málinum um cannabis-olju í Danmark. Dómurin fall í býarrættinum í Holbæk í gjár.

Ein stórur partur av fongsulsrevsingini - 12 mánaðir - er tó treytaður. Kona Claus Moffe Nielsen og tvey hjálparfólk fingu ávikavist seks og fimm mánaðir treytaða fongsulsrevsing.

Málið móti Claus Moffe Nielsen er higartil størsta málið í Danmark um ólógliga sølu av cannabis-olju. Hann er dømdur fyri at hava keypt 92 kilo av marjuana til at framleiða 6,7 litrar av cannabis-olju og 52.000 sjokuláta-bomm, sum hann hevur selt gjøgnum eina heimasíðu.

Tað er ólógligt at dyrka og selja cannabis í Danmark. Bara um tað verður ávíst av lækna, er tað lógligt.

Nógv fólk royna at fáa hendur á cannabis, tí tey meta hetta hava linnandi ávirkan á pínu og ymiskar sjúkur, millum annað sklerosu og krabbamein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585