Vinnunevndin fer aftur at royna fyrrapartin

Vinnunevndin fer aftur at royna fyrrapartin
Fiskivinnunýskipanin er á skránni hjá Vinnunevndini í dag. Samgongufólkini í nevndini skulu bjarga samgonguni
Nú eru 37 dagar eftir at avgreiða fiskivinnunýskipanina.
 
24.11.2017 - 07:37

Vinnunevndin hjá løgtinginum fer á fund í morgun klokkan níggju.

Fiskivinnunýskipanin er á skránni saman við seks øðrum málum.

Samgongan hevur litið upp í hendurnar á Bjørt Samuelsen, forkvinnu í Vinnunevndina, um at skriva eitt álit, sum minst 17 tingfólk kunnu atkvøða fyri.

Tingfundur verður týsdagin, og Vinnunevndin hevur eisini fund mánadagin.

Landsstýrið heldur framvegis fast um, at fiskivinnunýskipanin skal koma í gildi 1.januar, um 37 dagar. 

Eitt annað stórmál hjá samgonguni er pensjónsnýskipanin.

Seks lógaruppskot um hana eru til hoyringar. Freistin er úti í dag.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691