Nýggj høli til nýggjar kommunulæknar í Havn

Nýggj høli til nýggjar kommunulæknar í Havn
Borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, viðgongur, at kommunan hevur ikki givið kommunulæknunum Havn nóg góðar umstøður
Viðtaluhølini hjá kommunulæknunum í Havn eru ikki øll líka góð, ásannar borgarstjórin (tilvildarlig mynd)..
 
27.11.2017 - 07:44

Borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, viðgongur, at kommunan hevur ikki givið kommunulæknunum Havn nóg góðar umstøður.

- Kommunan hevur ábyrgd av at veita kommunulæknum viðtaluhøli og útgerð. 
Her má ásannast, at kommunan hevur ikki røkt hesa uppgávu nóg væl. 
Nakrar viðtalur eru heilt einfalt ikki í nøktandi standi, sigur Annika Olsen. 

Hon leggur afturat, at Tórshavnar kommuna fer at gera sítt til, at øll kommunulæknaskipanin í Havn kemur upp á nútíðarstig. 

Kommunan er tí farin í gongd við at skipa nýggjar læknaviðtalur til teir nýggju læknarnar.

Og gomul viðtaluhøli verða stongd.

Kunngjørt um tríggjar vikur

Hvussu hetta verður gjørt, verður kunngjørt hálvan desember, sigur Annika Olsen.

Tað er vorðið striltið at fáa kommunulæknar í Havn, tí ov nógv er at gera, og arbeiðsumstøðurnar eru ikki í lagi. 

Tórshavnar býráð hevur heitt á Heilsumálaráðið um at fáa fleiri læknar í Havn. 

Nú verður søkt eftir trimum kommunulæknum og ætlandi verður søkt eftir tveimum læknum afturat seinni, sigur borgarstjórin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010