ReyðiKrossur sendir 200.000 kr. til neyðhjálp

ReyðiKrossur sendir 200.000 kr. til neyðhjálp
Neyðhjálpin fer til flóttafólk úr Myanmar, har meira enn hálv millión fólk eru flýdd frá húsi og heimi
 
27.11.2017 - 17:19

Fólkini flýggja undan politiskari forfylging, og seinastu tíðina eru 800-túsund flóttafólk komin til Cox Bazar í Bangladesj. og tørvur er á tjøldum, mati, vatni, læknaligari og sálarligari hjálp.

Við teimum 200-túsund krónunum væntar ReyðiKrossur at hjálpa 15-16.000 fólkum í flóttafólklegunum í Hakimpara, Tasni-markhola og  Burma Para.

Serliga verður hjálp veitt kvinnum og børnum, tí hesi eru mest útsett, skrivar ReyðiKrossur Føroyar á heimasíðu síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819