Setrið ongar pengar

Setrið ongar pengar
Verður játtanin til Fróðskaparsetrið ikki hækkað, kann tað hava við sær, at Setrið heilt ella partvíst noyðist at gevast við at taka fleiri lesandi
 
27.11.2017 - 09:37

Tað siga Sigurð í Jákupsstovu, rektari, og Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið, í einum almennum skrivi, nú fíggjarnevndin viðger fíggjarlógaruppskotið fyri 2018.

Fróðskaparsetrið hevur gjørt vart við, at til tess at varðveita verandi virksemi, er neyðugt, at játtanin verður 94,6 milliónir kr.

Men á fíggjarlógaruppskotinum eru bara settar av 87,4 milliónir kr., ella sjey milliónir minni enn tað, sum stovnurin hevur biðið um, og umleið 20 milliónir kr. minni enn tað, sum er neyðugt fyri at menna virksemið á Setrinum, siga Sigurð í Jákupsstovu og Ólavur Ellefsen.

Í heildarætlanini um fólkavøkstur frá 2013 verður mælt til, at játtanin til Fróðskaparsetrið stigvíst verður hækkað úr 67 milliónum upp í 100 milliónir kr. frá 2014 til 2016.

Politiska skipanin hevur hækkað játtanina eitt sindur, og stig eru eisini tikin til tess at útvega betri hølisumstøður. 

Men játtanin hevur ikki samsvarað við vøksturin av lesandi og talið av útbúgvingum, siga rektarin og stýrisformaðurin. 

Støðugt fleiri lesandi á Setrinum

Í løtuni eru umleið 1.000 lesandi á Fróðskaparsetrinum.

Síðani 2013 eru 400 lesandi komin aftrat, sjey nýggjar útbúgvingar eru settar á stovn, og aðrar útbúgvingar eru styrktar og víðkaðar, men játtanin er bara vaksin 18 milliónir kr.

Úrslitið er, at Fróðskaparsetrið er komið í eina støðu, har tað ikki einans er ógjørligt at tryggja menning, men eisini at verandi virksemi er álvarsliga tarnað.

Hækkar játtanin ikki, merkir tað, at ein av høvuðsstuðlinum undir varandi framburði og fólkavøkstri í landinum er álvarsliga hóttur.

Og ein møgulig avleiðing verður, at Fróðskaparsetrið heilt ella partvíst noyðist at gevast við at taka lesandi í 2018, siga Sigurð í Jákupsstovu, rektari, og Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584