Vanrøkt neyt í Italia

Vanrøkt neyt í Italia
Djóraverndarfelagsskapurin, Compassion In World Farming, hevur almannakunngjørt sjónbandaupptøkur úr Italia, har neyt fáa ringa viðferð
Italskur parmasanostur
Mynd: Parmigiano Reggiano  
 
27.11.2017 - 17:13

Upptøkur eru gjørdar á níggju ymiskum bóndagørðum, sum allir framleiða víðgitna Parmasan og Grana Padano-ostin.

Neytini vórðu veik og lógu í egnu lorti, tí eingin sópaði undan teimum.

Vanrøkt

- Neytini vóru rak og oervað, og tey vórðu viðfarin sum mjólkimaskinur. Tey líða fyri at vit skulu fáa ost til pasta-rættin, sigur Emma Slavinski, leiðari fyri marknaðarføringini hjá felagsskapinum.

- Parmasanostur og Grana Padano verða marknaðarførdir sum hágóðskuostar, men tað kundi ikki verið longri frá sannleikanum, sigur hon.

Ávirkar ikki mjólkina

Eitt umboð fyri parmasan-framleiðarar viðgongur, at marknaðarføringini ikki tekur atlit at, hvussu neytini hava tað.

- Tað ávirkar ikki góðskuna, hvussu neytini hava tað, sigur umboðið, sambært Yle, - men umboðið sigur tó, at djórvælferðin hevur týdning fyri framleiðararnar. 

Átak við hashtag

Í løtuni fyrireika framleiðararnir eina framleiðsluskipan, sum skal tryggja, at eftirlit er við djóravælferðini.

Djórverndarfelagsskapir hava sett tiltakið í verk við "#notonmypasta",  har tey krevja, at framleiðararnir skulu tryggja sær, at djórini hava tað gott.

Framleiðararnir brúka mjólk frá 500-túsund neytum til at framleiða Parmasan og Grana Padano-ost, skrivar yle.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010