Henrik Old: Tvey skip um Skopunarfjørð riggar illa

Henrik Old: Tvey skip um Skopunarfjørð riggar illa
Tað er ein rættiliga dýr loysn at hava tvey skip siglandi um Skopunarfjørð, og tað varð roynt í 2008 og 2009, men riggaði ikki væl, sigur Henrik Old
 
30.11.2017 - 14:52

Hetta sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til skrivligan fyrispurning, sum Gerhard Lognberg í Sambandsflokkinum setti 18. oktober, tá hann var varamaður á tingi.

Gerhard Lognberg spurdi, hvørjir møguleikar eru at fáa eitt skip at sigla saman við Teistanum.

Einki skip kann leigast

Henrik Old sigur, at í 2008 og 2009 var Ternan hitt skipið, sum sigldi saman við Teistanum, men flestu ferðafólk ferðaðust við Teistanum, tí hann ber seg betur í fjørðinum.

Skal Strandferðslan hava eitt skip aftrat til Sandoyarleiðina, má tað byggjast til farleiðina, tí einki egnað skip kann leigast.

Gerhard Lognberg spurdi eisini, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera til tess at tryggja Teistanum avloysaraskip.

Kann biðja um undantaksloyvi

Henrik Old svarar, at frá september til apríl ber ikki til at seta Ternuna í sigling um Skopunarfjørð uttan so, at undantak fæst frá Sjóvinnustýrinum, og Strandferðslan fær útvegað eitt eykaskip til Nólsoyarleiðina.

Strandferðslan kann biðja Sjóvinnustýrið um undantaksloyvi við ávísum avmarkingum, um Ternan brádliga noyðist at loysa Teistan av, meðan Skopunarfjørður er b-øki.

Tílíkt loyvi varð givið, tá Teistin bar við land á Gomlurætt í fjør. Loyvi fekst tó ikki, tá Teistin herfyri var fyri óhappi og lá ein fyrrapart, tí tað viðraði so illa.

Henrik Old sigur, at hóast privatir bátar eru til taks at loysa av, er stór óvissa við hesi skipanini.

Arbeitt verður í løtuni við eini varandi skipan, og landsstýrismaðurin sigur seg vóna at kunna boða nærri frá hesum út ímóti vári.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628