Menningardeildin hjá ferðavinnuni komin í tingið

Menningardeildin hjá ferðavinnuni komin í tingið
Tíðin er komin at broyta bygnaðin í Visit Faroe Islands, sigur landsstýrismaðurin
Visit Faroe Islands skal nú hava eina menningardeild og fleiri pengar.
 
30.11.2017 - 07:48

Uppskotið um at stovna eina skipaða ferðavinnumenning, sum P/f Visit Faroe Islands skal standa fyri, kom í løgtingið í gjár.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum eigur lógarupskotið, sigur, at nú eigur bygnaðurin í ferðavinnuni at verða broyttur.

Hann sigur, at umskipanin í lógarupskotinum skal tryggja, at stuðulsskipanirnar í ferðavinnuni verða dagførdar soleiðis, at landið er betur ført fyri at taka við teimum nýggju avbjóðingunum og møguleikunum, sum ferðavinnan skapar. 

Uppskotið ger, at stuðulin frá landinum til tey seks økisferðavinnufeløgini steðgar 1.januar 2019. 

Stuðulin er 1,5 mió. kr., so hvørt øki fær 240.000 kr. 

Kommunurnar taka við

Kommunurnar skulu í framtíðini fíggja tað, sum landið higartil hevur goldið til kunningarstovurnar.  

Bygnaðarbroytingarnar krevja fleiri pengar úr landskassanum.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 er biðið um fýra milliónir og 475.000 kr. til menningardeildina.

Men hon fer at kosta meira enn tað sum frá líður. 

Tvey fólk skulu setast í starv. Tey skulu skipa og fyrireika menningararbeiðið. 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652