Vistfrøðilig egg selja mest

Vistfrøðilig egg selja mest
Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru fleiri vistfrøðilig enn búregg seld í donskum handlum, vísa tøl frá danska hagstovninum
 
30.11.2017 - 09:03

Fólk hava rættiliga tikið vistfrøðilig egg til sín, tá tey eru til handils.

Fyri bara fimm árum síðan vóru búr-eggini nógv tann størsti parturin av eggunum í handlunum. 

Men krøvini frá brúkarunum um meira vistfrøði og djóravælferð hava gjørt, at nøgdin av búr-eggum er minkað. Fleiri stórar handilsketur hava eisini gjørt av, at tær selja ikki búr-egg longur.

Í triðja ársfjórðingi í ár vórðu fyri fyrstu ferð nakrantíð framleidd fleiri vistfrøðilig egg enn búr-egg.

Í dag eru búr-eggini minkað niður í 26 prosent av samlaðu søluni, vísa tølini hjá danska hagstovnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887