Malan vann Mercedes-bilin

Malan vann Mercedes-bilin
Malan Nón Bjartalíð gjørdist hepni vinnarin av Mercedes-bilinum, tá vinnaraseðilin skuldi finnast millum teir næstan 80.000 innkomnu seðlarnir
 
01.12.2017 - 21:11

Tann 13. oktober kunngjørdi Kringvarpið, at allir spældir gekkaseðlar eisini vóru lutaseðlar í einari kapping um ein Mercedes bil, og í kvøld endaði kappingin. 

Hepni vinnarin gjørdist Malan Nón Bjartalíð, sum varð heldur tikin á bóli, tá Kringvarpið ringdi, tí hon hevði ikki spælt gekk. 

Malan hevði tó keypt ein gekk, sum hon hevði givið ommu síni at spæla.

Tann gekkaseðilin sendi omman inn, og var tað júst hesin seðil, sum varð fiskaður upp úr ein stórum bunka av gekkaseðlum. Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjóri, fann vinnaraseðilin, og hann fortaldi, at upp ímóti 80.000 gekkaseðlar vóru við í kappingini um bilin. 

Kringvarpið vil takka øllum, sum hava spælt við og eisini ynskja Maluni hjartaliga til lukku við bilinum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858