Verður verandi í Belgia

Verður verandi í Belgia
Frákoyrdi katalonski forsetin, Carles Puigdemont, verður verandi í Belgia til eftir valið sum verður í landspartinum 21. desember
 
04.12.2017 - 12:56

Tað upplýsir advokaturin hjá honum.

- Uttan mun til hvat hendir, so verður frákoyrdi forsetin verandi í Belgia til eftuir 21. desember, og tað vera fýra av ráðharrum hansara eisini, sigur advokaturin. Og tað er ikki óvist at teir verða verandi í Belgia til eftir hálvan januar.

Spanksi forsætisráðharrin koyrdi Puigdemont frá, eftir at hann hevði lýst Katalonia sjálvstøðugt eftir eina fólkaatkvøðu 1. oktober.

Hann fór saman við nøkrum ráðharrum til Belgia, tí hann segði seg ikki vænta eina rættvísa viðferð í Spania.

Bíða eftir avgerð

Teir bíða nú eftir avgerðini hjá einum belgiskum dómstóli um at senda teir aftur til Spania, sum vil hava teir útflýggjaðar til rættarsón. Eitt sakarmál sum kann geva teimum fongsulsrevsing í nógv ár.

Advokaturin sigur seg vera sannførdan um, at forsetin og ráðharrarnir fara at kæra avgerðina hjá belgiska dómstólinum, um hon gongur ímóti teimum.

Roknað verður við at báðir partar fara at kæra eina møguliga avgerð, og tí kann málið við belgiska dómstólin vara í fleiri mánaðir, siga keldur í Bruxelles.

Føra valstríð úr Belgia

Samstundis er frákoyrdi forsetin og aðrir ráðharrar farnir undir valstríðið uppundir valið 21. desember. Frákoyrdi forsetin hevur beinleiðis heitt á fólk um at atkvøða fyri flokkum, sum eru loysingarsinnaðir.

54 ára gamli poilittikarin stillar upp sum leiðari fyri eina fylking á loysingarveinginum. Men hann sigur seg ivast í, um spanska stjórnin fer at góðkenna valið, um tað gongur ímóti stjórnini.

Valið í Katalonia verður fyri at skipað viðurskifti skulu valda í landinum, sigur spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652