Andstøða: strika uppboðssølu og menningarkvotur

bannari
Andstøða: strika uppboðssølu og menningarkvotur
Í álitinum, sum kom úr Vinnunevndini í gjár, mælir andstøðan til, at bæði uppboðssølan og økiskvoturnar verða tiknar úr uppskotinum
 
05.12.2017 - 12:54

Í gjár kom álitið loksins frá vinnunevndini viðvíkjandi uppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum væntandi fer til atkvøðugreiðslu fríggjadagin. Í álitinum mælir andstøðan til, at uppboðssøla og økiskvotur, eisini kendar sum menningarkvotur, verða strikað úr uppskotinum. 

Jógvan Skorheim, limur í Vinnunevndini, heldur, at menningarkvoturnar er ein máti at luta fiskirættindi út politiskt, og at tær kunnu tí nýtast sum samráðingaramboð at keypa atkvøður til fiskivinnuuppskotið.

Samgongan: hækka menningarkvoturnar 

Í broytingaruppskotinum, sum samgongan í Vinnunevndini legði fram í gjár, vaksa menningarkvoturnar úr 7% upp í 8,5% av ymiskum fiskasløgum. 

Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið stendur, at menningarkvoturnar eru ætlaðar til verkætlanir kring landið serstakliga til økir í landinum, har arbeiðsloysið er størri enn aðrastaðni, ella har atgongdin til tilfeingið er avmarkað. 

Trupult at semjast

Bjørt Samulesen, segði í gjár soleiðis til, at menningarkvotan nú er farin úr 7% upp í 8,5%:

- Tað er har vit lendu aftaná drúgt togtogarí. Ynskini hava verið mong og ymisk, og í fleiri førum hava tey gingið heilt í hvør sín rættning. So tað hevur verið ómetaliga trupult at blíva samdur um. Men hatta er so tað, sum vit valdu at skjóta upp sum umboð hjá samgonguni í Vinnunevndini. 

Finnast at menningarkvotum

Men bæði Hanna Jensen úr Framsókn og andstøðan í Vinnunevndini finnast at menningarkvotunum:

- Hetta byrjaði sum 7%, og so bleiv tað 8%, og eg haldi áðrenn tað, var tað 5%. Tað vísir seg so, at hetta er nakað, sum samgongan brúkar til at forsýna onkrum í samgonguni - kanska har sum fiskivinnan ikki er so sterk í dag. Kanska har sum hon hevur verið sterk fyrr, sigur Jógvan Skorheim um menningarkvoturnar. 

Ikki neyvari grundgeving

Andstøðan grundgevur ikki neyvt, hví hon heldur, at menningarkvoturnar skulu takast úr uppskotinum. Men andstøðutinglimirnir eru ímóti, at útlutingin av rættindum samanlagt fer fram uppá tríggjar ymiskar hættir ella skipanir: 

1) At millum 15 % og 25 % av rættindunum verða seld á uppboðssølu
2) at 8,5 % av ávísum rættindum verða útluta sum økiskvotir og
3) at ein partur verður útluta sum ein skipan við søguligum rættindum

Andstøðan skrivar, at hon er ímóti samanflættingin av hesum trimum skipanunum. Tað ger uppskotið torgreitt, tí skilnaðurin millum hesar tríggjar skipanir er sera ógreiður og kann nærmast setast av handahógvi av landsstýrismanninum sjálvum orsakað av óvanliga mongu og sera víðu kunngerðarheimildunum, sum landsstýrismaðurin fær við nýggju lógini, skrivar andstøðan í viðmerkingunum til broytingaruppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887