Fiskiskapur minkaður

06.12.2017 - 14:48
AktueltÚtheimurin
Fiskiskapur minkaður
Ein nýggj frágreiðing frá heimsstovninum, OECD, vísir, at síðani 80'unum er fiskiskapurin eftir vanligum fiski minkaður við 40%
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Ein orsøk er, at fleiri fiskasløg eru niðurfiskað, men ein orsøk er eisini, at nógv lond nú leggja stóran dent á burðardygga veiðu, og tí hava avmarkað fiskiskapin.

Kanningin fevnir um tey 26 londini, sum eru limir í OECD, men eisini um fleiri onnur stór lond, sum tilsamans fiska meir enn helvtina av fiskinum um árið.

Í frágreiðingini verður upplýst, at aling av fiski er vaksin við 2,1% síðani 2011. Virðið á fiskinum er økt við 6%, tí nógv av alda fiskinum er dýr fiskasløg.

Niðurstøðan í frágreiðingini er, at fiskiskapurin eftir vanligum fiskasløgum í havinum ikki fer at vaksa stórvegis, meðan nøgdin av aldum fiski fer at vaksa nakað.

Upplýst verður, at 61% av heimsins fiskastovnum verða nýttir á skynsaman hátt, og at eftirlit er við fiskiskapinum.

Men ov lítið ella næstan einki eftirlit er við teimum fiskastovnunum, sum eru afturat, upplýsir OECD.

Upplýst verður í frágreiðingini, at tey 26 limalondini í OECD, saman við Kolumbia, Costa Rica, Indonesia, Argentina og Raiwan, fiskaðu fyri 81,5 milliardir krónur í 2015.

Limalondini í OECD fiskaðu fyri 7 milliardir krónur.

Kina er framvegis landið sum fiskar mest, og í 2015 fiskaðu kinesiskir fiskimenn fyri næstan 36 milliardir krónur, stendur í frágreiðingini.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. februar
Nú er leygardagur 170218
77695
Fríggjadag 16. februar
Morgunlestur fríggjadagur 16. februar 2018
77378
Hósdag 15. februar
Heindrikkur prinsur var so mangt
77640
Hósdag 15. februar
Morgunlestur hósdagur 15. februar 2018
77377
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 17. februar
Hondbóltur: Kyndil - H71
77693
Leygardag 17. februar
Hondbóltur: VíF - Kyndil
77691
Fríggjadag 16. februar
Lyst 6
77638
Hósdag 15. februar
Gud signi Føroyar (1:6)
77596
Mánadag 12. februar
Upp á gólv
77506