Hava forðað yvirgangi móti Downing Street nr. 10

Hava forðað yvirgangi móti Downing Street nr. 10
Bretska fregnartænastan og løgreglan, siga seg hava forðað fyri eini atsókn, sum hevði til endamáls at gera av við bretska forsætisráðharran
 
06.12.2017 - 14:07

Bretska fregnartænastan og løgreglan, siga seg hava forðað fyri eini islamskari atsókn, sum hevði til endamáls at gera av við bretska forsætisráðharran, Theresu May, upplýsa keldir fyri Sky News.

Hetta  var bert ein av ætlaðu atsóknum, sum løgreglan hevur forðað fyri í ár, upplýsir miðilin.

Avdúkingin varð mett so álvarslig, at stjórin fyri MI5 sjálvur kunnaði polittikararnar um støðuna í gjár.

- Sambært tí sum Sky News hevur fingið at vita, var ætlanin at fremja eina atsókn við Downing Street nr. 10 við einari heimagjørdari bumbu og síðani at gera av við Theresu May, forsætisráðharra.

Sambært tí, sum er komið fram, so hava bæði Scotland Yard, MI5 og løgreglan í West Midlands, arbeitt við málinum í fleiri vikur.

Í farnu viku vórðu tveir mans tiknir av vápnaðum løgreglufólkum, og teir eru skuldsettir fyri ætlanir um yvirgang. Menninir eru 20 og 21 ára gamlir, og skuldu koma fyri rættin í dag.

Fleiri atsóknir gjøgnum árini

Trygdareftirlitið við Downing Street nr. 10 er nógv hert seinastu nógvu árini, tí fleiri atsóknir hava verið. Í 1991 søkti norðurírski loysingarbólkurin, IRA, at bústaðnum hjá forsætisráðharranum við einum heimagjørdum bumbuvarpara. Táverandi forsætisráðharrin, John Major, var í bygninginum, men hann fekk ikki skaða, tí bumban brast í garðinum.


Sjey ár fyri ta hendingina, royndi IRA at gera av við Margareth Thatcher, forsætisráðharra, við eini atsókn at einum hotelli í Bright, har Konservativi Flokkurin hevði landsfund, men hon fekk ikki mein av hendingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010