Pedagogar og arbeiðsgevarar hittast í morgin

Pedagogar og arbeiðsgevarar hittast í morgin
Partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
 
06.12.2017 - 16:57

Pedagogar og arbeiðsgevarar hittast í morgin á fundi við semingsmanninum í eini roynd at gera nýggjan sáttmála.

Fundurin millum partarnar verður klokkan 10 fyrrapartin, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Hetta er fyrstu ferð, at partarnir hittast á fundi, síðan samráðingarnar slitnaðu fríggjadagin og semingsstovnurin varð biðin um at koma upp í leikin.

Terje Sigurðsson var tíðliga seinnapartin í dag á fundi við Føroya Pedagogfelag, og í gjár hitti hann Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri at lodda dýpið.

Partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, váttar Terje Sigurðsson. Hann vil ikki nærri inn á, hvørjir eru størstu stríðsspurningarnir í hesum samráðingunum. Ikki nærri enn tað, at tað sjálvandi snýr seg um pengar.

Enn hevur hann onga hóming av, hvussu langa tíð, semingin fer at taka, og um tað í heila tikið ber til at finna eina semju.

Tað var fríggjadagin, at semingsstovnurin varð boðsendur, tí so langt var millum partarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628