Semingsmenninir hitta pedagogarnar eftir døgurða

Semingsmenninir hitta pedagogarnar eftir døgurða
Semingsstovnurin væntar at kalla partarnar saman í hesari vikuni
Pedagogfelagið hevur tveir arbeiðsgevarar á almenna arbeiðsmarknaðinum, landið og kommunurnar.
 
06.12.2017 - 10:04

Semingsstovnurin hevur fund við Pedagogfelagið klokkan eitt í dag um sáttmálasamráðingarnar.

Fundur var í gjár við arbeiðsgevararnar, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Semingstovnurin varð boðsendur seinasta fríggjadag.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at eftir fundin við Pedagogfelagið í dag verður avgjørt, hvussu verður hildið fram.

Í vikuni

Hann væntar, at partarnir verða boðsendir aftur seinni í vikuni, kanska longu í morgin.  

Nakrir samráðingarfundir vóru millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar.

Men fundurin 1.desember var tann fyrsti, síðani sjúkrarøktarfrøðingarnir og Fíggjarmálaráðið skrivaðu undir nýggjan sáttmála 20.november.

Og tað var eftir fundin 1.desember, at Semingsstovnurin varð boðsendur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819