Skattalætta til øll í staðin fyri serskipanir

Skattalætta til øll í staðin fyri serskipanir
Skattanevndin mælir til at strika serskipanir í skattalógini millum annað sjómannafrádráttin
Skattanevndin vil heldur lata góðar 90 milliónir í skattalætta til øll enn til nøkur fá.
 
06.12.2017 - 10:13

Við at strika serskipanir og frádráttir, millum annað sjómannafrádráttin, fáast góðar 90 milliónir krónur at lata í skattalætta.

Landið fær 53 mió. krónur, og kommunurnar fáa 40 mió. krónur, sum kunnu brúkast til at lækka skattin á lønum.

Tað sigur Skattanevndin, sum mæir til at strika frádráttin hjá teimum, sum arbeiða uttanlands.

Tann frádrátturin er 30% av inntøkuni upp til 400.000 kr.

Skattanevndin mælir eisini til at strika sjómannafrádráttin, sum er 14% av hýruni upp til 470.000.

Og mælt verður til at strika samdøgursfrádráttin hjá teimum, sum arbeiða uttanlands.

Samdøgursfrádrátturin er 300 kr.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964