Trump ógildar friðingar

Trump ógildar friðingar
Nøkur stór øki í USA, sum vórðu friðað, meðan Bill Clinton og Barack Obama vóru forsetar, skulu nú brúkast til námsvinnu og aðra vinnu
 
06.12.2017 - 10:33

Tað hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, gjørt av. Forsetin hevur tikið avgerð um at ógilda friðingina av tveimum stórum náttúruøkjum í statinum, Utah. 

Talan er um økini Grand Staircase-Escalante og Bears Ears. Økini vórðu friðað, meðan Bill Clinton og Barack Obama vóru forsetar.

Í Grand Staircase-Escalante minkar friðingin umleið 46% og í Bears Ears heili 85%. 

Lokalar avgerðir

Trump sigur, at hann vil lata lokala fólkið gera av, hvussu økini skulu brúkast. 

Hetta merkir, at tað nú verður staturin, Utah, sum sjálvur skal gera av, hvussu økið verður nýtt - og ikki samveldisstjórnin.

Miðlar siga, at helst fara fleiri friðinginar í øðrum økjum í USA eisini at verða settar úr gildi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691