Veðurvánirnar: Stormur í nátt

06.12.2017 - 09:47
AktueltSamfelag
Veðurvánirnar: Stormur í nátt
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi og eystri, vaksandi upp í strúk ella skrið, - norðanfyri við strongum hvirlum
Vágalandið
Mynd: © Jens Jákup Hansen  
 
 

Sunnanfyri frískur vindur upp í hvassan vind, eitt skifti av útsynningur ella av ymsum ættum.

Regn meginpartin av degnum, og hitin verður ml. 3 - 7 stig.

Í nátt í útnyrðingspartinum av landinum upp í storm av norði og landnyrðingi, í hvirlunum upp í ódn, - fyrst regn, seinni kavaslettings- ella kavaæl. 

Sunnanfyri  frískur vindur upp í hvassan vind av útsynnigni ella av ymsum ættum, og framvegis samregn. Hitin í nátt 1 - 6 stig, - kaldast norðanfyri.

Stormávaring er fyri Ytrubankar, Fugloyarbanka og Íslandsryggin, skrivar DMI.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 3. juni
Tilvera - Tað ónda 2 (2)
9247
Sunnudag 27. mai
Guðstænasta úr Húsavíkar Kirkju
81259
Sunnudag 27. mai
Jazzofonin 23 mei 2018
81256
Sunnudag 27. mai
Jazzofonin 16 mei 2018
81255
Sunnudag 27. mai
Bolero 27 mei 2018
81254
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. mai
Andaktin
81248
Mánadag 21. mai
Hamferð - útgávukonsert
81054
Mánadag 21. mai
Andaktin
81074