Vilja sleppa at gifta 9 ára gamlar gentur í Iran

Vilja sleppa at gifta 9 ára gamlar gentur í Iran
Tað hevur fingið øði í andstøðuna í iranska parlamentinum, nú lógaruppskot um giftingaraldurin hjá gentum er til viðgerðar
Mynd: EPA  
 
06.12.2017 - 09:51

Andstøðan er bersøgin og sigur, at lógaruppskotið er tað sama sum at geva loyvi til at neyðtaka børn.

Ískoyti til gamla lóg

Tjóðartingslimir í konservativa flokkinum hava lagt fram uppskotið, sum skal verða ískoyti til lógina frá 1959, sum ásetur, at kvinnur skulu vera 18 ára gamlar fyri at kunna giftast.  Lógin varð sett í verk stutt eftir at einræði í Iran fór í søguna og avgerðarmyndugleikin varð fluttur frá andliga leiðaranum til statin og løgmálaráðið.

Sambært nýggja uppskotinum verður gamla lógin galdandi, men tað skal eisini verða loyvt at søkja um at gifta gentur, um andligi leiðarin hjá Sita ella Sunni-muslimum tekur undir við tí.

Avgerðin liggur hjá andliga leiðaranum

Faiq al-Sheikh, tinglimur, sigur við AFP-tíðindastovuna, at dómarar skulu taka atlit til andliga leiðaran.

Sambært iransku søguni, og islamsku trúnni, hevur tað verið loyvt at gifta gentur so ungar sum 9 ára gamlar, - tí hildið verður, at Aisha var 9 ára gomul, tá hon giftist Mohammed-profeti.

Ammar Toama, í konservativa flokkinum, sigur, at einki aldursmark er í uppskotinum, men at sagt verður, at brúðurin skal vera búgvin og kunna taka egna avgerð, - so kann hon fáa samtykki frá andliga leiðara sínum og dómaranum, sigur Ammar Toama.

ST hevur ávarað ímóti at samtykkja hetta uppskotið. ST heitir á iransku stjórnina um at vera á varðhaldi ímóti kynsligum ágangi móti kvinnum og gentum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964