Illveðursstøðan klokkan 15

Illveðursstøðan klokkan 15
Illveðrið hevur gjørt nógv um seg í pørtum av landinum. Síðani kl. 06 í morgun eru fráboðanir komnar um 125 skaðar, flestu teirra í Norðragøtu
Martin Kúrberg
 
07.12.2017 - 14:49

Illveðrið hevur gjørt rættuliga nógv um seg í pørtum av landinum.

Av politistøðini verður upplýst, at síðani kl 06 í morgun eru fráboðanir komnar um 125 skaðar, og nógv teir flestu, kanska tríggir fjórðingar, eru í Norðragøtu.

Gamlir bygningar eru foknir av grundini - okkurt neyst og onkur gomul hús. Tað er tilfar frá hesum húsum, sum fúka runt í bygdini og hava gjørt skaða.  

Trygvi Jóhansson, innsatsleiðari í Eysturkommunu, segði við útvarpið fyri løtu síðani, at støðan er batnað eitt sindur, men at hvirlurnar enn eru strangar. Hann sigur, at fleiri hús hava fingið skaða, og at talan í summum førum er um stóran skaða. 

Løgreglan mælir enn til, at fólk í Norðragøtu halda seg innandura.

Støðan stabil í Norðoyggjum

Í Norðoyggjum hava verið umleið 20 skaðafráboðanir. Talan er tó ikki um nakran stóran skaða. 

Finn Hansen, átaksleiðari í Norðoyggjum, segði við útvarpið, at teir ikki hava fingið nakrar fráboðan seinastu tveir tímarnir, og at væntandi er tað ringasta yvirstaðið. 

Veðrið og kunngerðir

Tað er framvegis nógvur vindur, omanfyri 40 m/s bæði á Gjáarskarði og á heltnini.

Tað er hált og krapi í støðum um alt landið. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og Oyggjarvegnum. Annars er framvegis nógvur vindur og hálka, og mælt verður frá allari óneyðugari koyring. Og í løtuni eru fleiri veðurstøðir óvirknar - m.a. á Høgareyni og á Sandavágshálsi.

Vegna nógvan uppgang er byrgingin um Haraldssund stongd fyri allari ferðslu í løtuni.

Vegna veður koyra bygdaleiðir heldur ikki tað, sum er eftir av degnum.

Smyril siglur sum ætlað kl. 17:30 av Krambatanga og úr Tórshavn kl.21:15

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819