Øll hava ikki rætt til løn fyri fráveru fyri veður

Øll hava ikki rætt til løn fyri fráveru fyri veður
- Tað kann ikki verða rætt, at starvsfólk sjálv skulu gjalda fyri fráverudagar vegna veður, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum
 
07.12.2017 - 17:41

Í morgun mundu tað vera fleiri, sum settust aftur og ikki hættaðu sær til arbeiðis, tí veðrið var so ófantaligt, og tí at løgreglan rætt og slætt heittu á fólk ávís støð í landinum um ikki at fara frá húsum.

Fyri almenn starvsfólk eru ymsar reglur galdandi fyri fráveru fyri veður.

Starvsfólk hjá landinum kunnu hava rætt til goldna fráveru, men í kommununum eru ongar felags reglur, og tær avgera hvør sær, um teirra starvsfólk verða drigin í løn ella ikki.

Hjá landinum eru starvsfólk fevnd av eini vegleiðing frá 1992, sum merkir, at er veðrið so vánaligt, at tann almenna ferðslan liggur lamin, so hevur starvsfólkið rætt til fráveru - við løn.

Kommunurnar avgera hetta sjálvar hvør í sínum lagi, og eru ongar reglur, hava starvsfólkini heldur ikki rætt til goldna fráveru.

-Starvsmannafelagið hevur í fleiri umførum tikið henda spurningin upp við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, tí vit halda, at tað kann ikki verða rætt, at starvsfólk sjálvi skulu gjalda fyri fráverudagar vegna veður, sigur Suni Selfoss.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585