Einki brexit hesa vikuna

Einki brexit hesa vikuna
Ein talsmaður fyri bretska forsætisráðharran sigur, at stjórnin franmvegis arbeiðir við einum uppskoti, sum skal slóða fyri fyrsta parti av Brexit
 
08.12.2017 - 07:35

Uppskotið skal umrøðast á ES toppfundinum sum verður 14. desember.

- Tað eru hend framstig, men enn eru viðurskifti eftir at fáa upp á pláss, sigur talsmaðurin.

Blaðið The Sun skrivar, at einki hendir í brexit samráðingunum hesa vikuna, og tey tíðindini hevur blaðið frá keldum í Norðurírska Sambandsflokkinum, sum stuðlar Theresu May, forsætisráðharra.

Bretar eru ónøgdir

Samstundis vísir ein meiningakanning, at bretsku veljararnir eru ónøgdir við gongdina í samráðingunum. 61% av teimum spurdu siga, at stjórnin ikki ger eitt nóg gott arbeiði í samráðingunum.

2.200 fólk vórðu spurd. Í februar vóru 41% ikki nøgd við gongdina, og í mars vóru 55% ikki nøgd.

Tað eru serliga tey, sum siga seg hava atkvøtt fyri brexit, sum eru misnøgd við gongdina.

Samstundis verður næstformaðurin í norðurírska Sambandsflokkinum endurgivin fyri at siga, at tað er írska stjórnin, sum roynir at forða samráðingunum, og at tað kann skaða góðu viðurskiftini, sum eru ímillum írar og bretar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691