Tingfundur um fiskivinnunýskipan

bannari
Tingfundur um fiskivinnunýskipan
Fyrsta málið á skránni er onnur viðgerð av fiskivinnunýskipanini, og óvist er um samgongan er mannað til at viðgera uppskotið
 
08.12.2017 - 09:38

Tað er ógreitt hvat hendir á tingfundinum sum eftir skránni skal byrja hvørja løtu. Ein annar spurningur er, um ikki órógvið er størri í samgonguni nú, enn tað hevur verið um uppskotið.

Tí tað er ikki bara í Javnaðarflokkinum, at órógv er, tí órógv er eisini í Framsókn.

Tá álitið kom fram, segði Hanna Jensen, tingkvinna, at tey 8,5%, sum skulu latast til menningarkvotur, er alt ov stórur. Framsókn vildi at byrja við ikki taka undir við menningarkvotunum, men góðtók síðani at 5% kundu fara til menningarkvotur, sum síðani vóru hækkaðar upp í 7 prosent, og í álitinum til 8,5%.

Tað er ikki eydnast okkum at fáa orðið á Honnu Jensen í morgun, men Poul Michelsen, formaður í Framsókn sigur, at flokkurin fer at fylgja gongdini í dag og kanna, hvat talan er um. Og skulu broytingar gerast, so mugu tær gerast millum aðru og triðju viðgerð, sigur hann.

Stór óvissa í løgtinginum

Um Javnaðarflokkurin er mannaður til orðaskiftið í dag, er eisini ógreitt.

Kristin Michelsen er farin av landinum í morgun, sum hann hevur boðað frá.

Hann segði við útvarpið fyrradagin, at hann hevði boðað Akseli V. Johannesen, løgmanni, frá ferðini, sum var fyrireikað í fleiri mánaðir. Hann vildi kortini ikki siga nakað um, um hann fór at fáa onkran annan at taka sæti á tingi fyri seg, ella um hann fór at kleara við onkran tinglim. Um so er, so má tað vera onkur í andstøðuni, og gitt verður eisini, hvør tað kann vera.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í gjárkvøldið, at hann hevði tað álit á Kristini Michelsen, at hann annaðhvørt fór at biðja ein annan tinglim úr Javnaðarflokkinum koma á ting fyri seg, ella at hann klearaði við onkran annan. Meir vildi løgmaður ikki siga.

Kemur eitt annað umboð fyri Javnaðarflokkin í løgtingið, so verður tað Bjørg Dam úr Havn.

Vísir tað seg, at Kristin Michelsen hevur klearað við onkran tinglim, so kann andstøðan rýma úr tingsalinum, og so ber ikki til at sta tingfundin, tí tá vera bert 16 samgongufólk á fundi.

Hendir tað, so má løgtingsformaðurin slíaa fundin, taka málið um fiskivinnunýskipanina av skránni, og so seta nýggjan tingfund til at viðgera hini málini.

Trý onnur uppskot koma til viðgerðar í løgtinginum í dag, og eitt av teimum er uppskotið frá Miðflokkinum um at leingja verandi fiskivinnuskipan í eitt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584