Verja avgerðina hjá Trump forseta

Verja avgerðina hjá Trump forseta
Hvassar atfinningar uttan úr heimi rína ikki við. Amerikanski ST-sendiharrin verjir avgerðina at viðurkenna Jerusalem
Atfinningarsamar røddir halda, at viðurkenningin ger ilt verri í friðartilgongdini
 
09.12.2017 - 11:32

Hóast fleiri sameind lond hjá USA hava funnist hvassliga at avgerðini hjá Donald Trump, forseta, um at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, tí tað kann skaða friðartilgongdina í Miðeystri, verjir amerikanski ST-sendiharrin, Nikki Haley, avgerðina hjá Trump.

- Meira enn nakrantíð hevur USA skyldu til at fáa frið í lag í Miðeystri, og vit eru nógv nærri málinum nú, sigur hon.

- Forsetin hevur tikið hetta stigið til tess at fremja frið millum ísraelar og palestinar, sigur Nikki Haley.

 

Video: Føroyar eiga at viðurkenna Jerusalem 

 

Umsitingin hjá Trump arbeiðir við einari nýggjari friðaravtalu, men Haley vil ikki avdúka, hvat stendur í avtaluni.

- USA hevur trúvirði hjá báðum pørtum, sigur amerikanski ST-sendiharrin.

Spurningurin um, hvørja støðu Jerusalem skal hava, hevur verið størsta stríðsevni í mongu friðartingingunum millum Ísrael og palestinar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964