Lækka avgjøldini í Kastrup

Lækka avgjøldini í Kastrup
Flogvøllurin í Kastrup hevur ætlanir um at lækka avjgøldini, ið flogfeløg rinda fyri at nýta flogvøllin.
 
10.12.2017 - 18:39

Flogvøllurin í Kastrup fer at gera tað bíligari hjá flogfeløgum, at nýta flogvøllin. 

Flogvøllurin ætlar at lækka avgjøldini, sum flogfeløg rinda fyri at nýta flogvøllin, við 10 prosentum. Tað skrivar flogvøllurin í tíðindaskrivi.

Trýst hevur verið á flogvøllin um at lækka flogvallaravgjøldini bæði frá viðskiftafólkum og frá politikarum, og hesar atfinningar hava vit tikið til okkum, sigur nevndarformaður fyri flogvallirnar í Keypmannahavn, Lars Nørby Johansen. 

Lækingin fer at at kosta flogvøllinum 300 milliónir krónur um árið. 

Danska stjórnin legði í juli fram eina strategi fyri flogferðslu, sum ásetti, at prísirnir skuldu lækkast, fyi at gera tað bíligari hjá fólki at ferðast. Og fleiri flogfeløg - millum annað SAS - hava funnist at prísstøðinum á avgjøldunum hjá flogvøllinum í Kastrup. 

Lars Sandahl Sørensen stjóri í SAS, sigur, at lækkingin er eitt fet á røttu leið, men enn er prísstøði ikki nóg lágt. "Vit síggja, at aðrir flogvallir hava lækkað prísirnar, men skulu vit verða kappingarfør við onnur flogfeløg, so mugu avgjøldini lækkast enn meira". Hann sigur eisini, at lækkingin væntandi fer at ávirka flogferðaseðlaprísirnir eitt sindur - "Vit noyðast at lækka prísirnir fyri at fylgja við í kappingini við onnur flogfeløg", vísur hann á.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways sigur í stuttari viðmerking, at hon fegnast um, at flogvøllurin í Kastrup endiliga lækkar prísirnir, tí avgjøldini eru vorðin ein munandi partur av flogferðaseðlaprísunum.

Enn hevur flogfelagið ikki fingið beinleiðis boð frá flogvøllinum í Kastrup um, at avgjøldini fara at lækka, men hon væntar at fáa boð um hetta í næstum. Og um so er, fáa viðskiftafólkini hjá føroyska flogfelagnum ágóðan av tí, leggur hon aftrat.

Jóhanna á Bergi sigur, at ein lækking á 10 prosent hevur ikki við sær eina stóra príslækking av flogferðaseðlaprísunum. Men sum heild hevur príslækkingin týdning fyri Atlansflog, tí flogfelagið rindar eitt avgjald fyri hvørt ferðafólk, ið ferðast umvegis flogvøllin í Keypmannahavn, og sera nógv ferðafólk ferðast úr og til Føroyar umvegis Kastrup. 

Jóhanna á Bergi vísur, eins og stjórin hjá SAS á, at talið av ferðafólkum sum ferðast loftvegis er vaksið sera nógv seinastu árini. Flogvallirnir forvinna nógvan pening av hesum vøkstrinum, men flogvallirnir hava ikki lækkað avgjøldini samsvarandi, og tí er ein lækking uppá sítt pláss, leggur Jóhanna á Bergi aftrat. Hon vísur eisini á, at Vága Floghavn eisini átti at havt grundarlag fyri at lækka sínar prísir eins og flogvøllurin í Keypmannahavn, sigur Jóhanna Á Bergi, stjóri í Atlantsflogi í stuttari viðmerking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887